Fremad vann og Vendsyssel tapti

Føroyingarnir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini høvdu ymiskar upplivingar í dag

Føroysku landsliðsspælararnir, Bárður J. Hansen og Heini Vatnsdal vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager á heimavølli í Sundby á Amager vann 3-0 á Skive í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Heini Vatnsdal var skiftur út, tá 60 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Heimildarsíðan hjá Fremad Amager framhevjar, at Bárður J. Hansen fekk demmað upp fyri onkrum hóttandi álopi hjá Skive. Cem Vardar skoraði til 1-0 og til 3-0 í 32. og í 59. minutti. Olcay Senoglu skoraði til 2-0 uppá brotsspark, tá 38 minuttir vóru farnir.

 

Vendsyssel FF fekk ein avsmurning uppá 0-4 á heimavølli í Hjørring, tá teir møttu Hobro. René Shaki Joensen kom á vøllin tá 60 minuttir vóru farnir, tá var støðan longu 3-0 til Hobro, og átti sostatt ikki tann stóra lutan í skaðanum, sum longu var hendir.

 

Komandi sunnudag spælir Fremad Amager á útivølli ímóti AB í Gladsaxe. Vendsyssel FF vitjar Næstved, og liðið hjá Viljormi Davidsen, Vejle tekur ímóti FC Fredericia.

 

Tað eru bara fimm stig, sum skilja næstfremsta og næstaftasta liðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini : 

 

#
1 Hobro1584329 - 1528
2 HB Køge1557317 - 1222
3 FC Helsingør1557322 - 1822
4 FC Roskilde1564516 - 2022
5 Fremad Amager1456321 - 1321
6 Vendsyssel FF1463520 - 1921
7 Skive1562715 - 2620
8 Fredericia1554615 - 2019
9 Nykøbing FC1453618 - 1918
10 Næstved1553724 - 2618
11 Vejle 1445518 - 1417
12 AB Gladsaxe15321017 - 3011