Kappingarárið í næstbestu donsku deildini byrjaði aftur í dag, og liðið hjá Toda Jónsson, Fremad Amager, fekk eina sera torføra byrjan, tá ið teir skuldu møta AGF. AGF lá undan dystinum á einum skuffandi 6. plássi, hóast teir undan kappingarárinum vórðu mettir sum favorittar at vinna deildina.
Fremad Amager fekk einki gjørt við AGF, sum vann 4-1. Føroyingurin í Fremad Amager, Andrew av Fløtum, var ikki við vegna skaða. Fremad Amager liggur á 12. plássi, tvey stig undan niðurflytingini.










