Tað gongur framá við fullari ferð hjá Fremad Amager, sum við Toda Jónsson á odda er á føroyskum hondum. Nú hevur felagið gjørt av at veita hjálp til Red Barnet, sum er ein altjóða hjálparfelagsskapur, ið spennir víða kring heimin. Við avtaluni fær Red Barnet ókeypis pláss at lýsa á leikarabúnanum hjá Fremad Amager, og umframt hetta, hevur fótbóltsfelagið gjørt av at lata fíggjarliga hjálp til hjálparfelagsskapin, sum veitir hjálp til børn í yvir 100 londum. Fremad Amager sigur seg vera erpið av avtaluni, meðan Red Barnet sigur seg vera sera fegið um avtaluna, ið tryggjar teimum bæði fíggjarliga hjálp og góðar lýsingarmøguleikar.