Fremad hevur álit á Andrew

Hóast sáttmálin hjá Andrew av Fløtum í summar rennur út við Fremad Amager, og felagið enn ikki hevur bjóðað honum nýggjan sáttmála, so følir hann álitið frá venjaranum.

27 ára gamli Andrew av Fløtum hevur síðan fyrst í 2004 leikt við danska Fremad Amager, sum nú kann kallast føroyskt. Tað hevur ljóðað, at Andrew í summar kemur heimaftur til Føroya, men hetta vil Andrew ikki vátta, og hann vísir á, at tað verður avgerandi fyri sína avgerð, hvønn sáttmála hann fær bjóðað.

Føroyar ein møguleiki
Andrew av Fløtum sigur, at tað er ein møguleiki, at hann kemur aftur til Føroya, um ikki annar sáttmáli er nøktandi.
- Nú fáa vit at síggja, hvør sáttmáli verður bjóðaður, sigur Andrew.
Um Andrew skuldi vent aftur til føroyskan fótbólt, so eru barndómsfelagið ovast í huganum.
- Um HB enn brennur fyri at hava meg í hópinum, so fái eg nokk ein sáttmála bjóðaðan. Men um teir ikki hava pláss fyri mær, so eri eg opin fyri øðrum feløgum, sigur Andrew.

Álit frá venjaranum
Andrew er so smátt byrjaður at raka formin, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við skaða í eitt hálvt ár.
- Eg eri byrjaður at koma í gongd av álvara nú, sigur Andrew, sum í februar kom aftur við stíli, tá ið hann skoraði tvey mál ímóti eykaliðnum hjá FCK, hóast hann bert var mentir at leika í ein tíma.
Andrew følir ikki, at hann er farin út í kuldan hjá venjaranum, eftir langa skaðan.
- Eg føli meg framvegis at hava álit frá venjaranum, sigur Andrew.

Tem á liðnum
Fyrr í ár varð miðvallarspælarin Tem Hansen tikin út til føroyska landsliðið, og hann er liðfelagi hjá Andrew í Fremad Amager. Tem Hansen miðvallarspælari, sum er tekniskt væl fyri og er góður við bóltinum. Hann spælir vanliga fast við liðnum hjá Fremad Amager.
Tem Hansen var eisini tikin út til fyrstu EM-dystirnar hjá føroyska landsliðnum í ár.