Finnur Justinussen er aftur á landsliðnum og hann er til reiðar at taka av møguleikanum – um hann fær hann. Gøtumaðurin hevur longt sáttmálan við Fremad Amager við einum ári.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
- Eg trívist væl í støðuni, sum eg eri í. Tú verður pressaður til markið til venjing og eg eri til reiðar at taka av møguleikanum, um eg fái hann, sigur Finnur Justinussen.
Jóan Símun Edmundssn er ikki við vegna leikbann og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur meldað út, at tað er møguleiki fyri at spæla við tveimum áleyparum. Tí er møguleiki fyri, at Finnur Justinussen verður annar teirra.









