Vónbrotið var stórt, tá ið Fremad Amager í dag mátti vinka farvæl við næstbestu donsku deildina. Hetta kom eftir eitt lemjandi tap á heili 0-6 móti SønderjyskE. Todi Jónsson og Andrew av Fløtum vór í byrjunaruppstillingini, men Andrew varð útskiftur eftir ein góðan tíma á vøllinum.
Sambært danska Indkast kostar niðurflytingin felagnum millum tvær og tríggjar milliónir, men formaður Nikolai Kaas-Heilmann sær framvegis bjart uppá framtíðina.
- Vit kundu væntað at flyta niður, men vit fara framvegis at halda fast við stóru ætlanina, sigur hann við heimasíðuna.
Niðurflytingin kemur eisini at kosta felagnum nógvar leikarar.
- Stór útskifting verður at síggja á liðnum, eingin ivi um tað. Saman við venjaranum hava vit hugt gjøllari at nøkrum leikarum á liðnum, og vit eru komnir til ta niðurstøðu, at fleiri leikarar ikki kunnu vænta sær nakra framtíð í felagnum, sigur Nikolai Kaas-Heilmann.