Fremad Amager vann

Andrew av Fløtum og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu venjingardystin, sum teir spældu leygardagin. Dysturin var ímóti 2. deildarliðnum Holbæk, og Fremad Amager vann 2-0. Tíðliga í dystinum var tað Kenny Thorup, sum skoraði, og í seinna í fyrra hálvleiki økti Søren von Essen til 2-0. Fremad Amager gjørdi nógvar útskiftingar í hálvleikinum, og einki mál kom afturat í seinna hálvleiki.