Fremad Amager á niðurflytingarkós

Tað gongur illa hjá Fremad Amager í donsku 1. deild. Um vikuskiftið spældi liðið botndyst ímóti HIK, og tað endaði við 2-0 tapi. Todi Jónsson byrjaði í álopinum hjá Fremad Amager, men eftir fyrru 45 minuttirnar fór hann av vøllinum. Tem Hansen spældi í ein tíma, og Jónas Tór Næs varð sendur á vøllinum seiansta kortið. Líka lítið hjálpti tað, Fremad Amager tapti, og liggur nú undir niðurflytingarstrikuni í næstbestu donsku deildini. Fýra dystir eru eftir at spæla.