Tað skal ganga ótrúliga illa, um føroyingafelagið, Fremad Amager, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum ikki flytur upp í næstbestu, donsku fótbóltsdeildina.
Fremad Amager við Heina Vatnsdal við frá byrjan vann týdningarmiklan 1-0 sigur á Middelfart á útivølli í dag. Christian Lamhauge Holst fekk seinasta korterið á vøllinum, tá hann var skiftur inn. Finnur Justinussen var ikki tøkur, tí hann spældi landsdyst í Frankfurt ígjár.
Heini Vatnsdal fekk gula kortið, tá 86 minuttir vóru farnir av dystinum, og lokali miðilin hjá Fremad Amager heldur, at hetta merkir leikbann til sterka vágbingin í komandi heimadystinum ímóti Hvidovre, har Fremad Amager bert skal hava eitt stig fyri at tryggja sær uppflyting til næstbestu fótbóltsdeildina.
Mongu Fremad Amager viðhaldsfólkini, sum høvdu ferðast til Middelfart máttu síggja lið sítt brenna nógvar málmøguleikar áðrenn forloysandi sigursmálið kom í 72. minutti, tá Olcay Senoglu tryggjaði Fremad Amager øll trý stigini til risastóru gleði fyri viðspælarar og viðhaldsfólk.
AB er oddalið í uppflytingarbólkinum við 40 stigum nú bert tvey umfør mangla. Fremad Amager er nummar tvey við 37 stigum, og Brabrand er nummar trý við 32 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í næstbestu fótbóltsdeildina. Frem liggur á fjórða plássi við 31 stigum, og Nykøbing er nummar fimm við 30 stigum. Um Fremad Amager bert fær eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum, ella um Frem ikki fær fult í tveimum teimum seinastu dystunum, so verður søguríka Amager-felagið aftur at finna í næstbestu fótbóltsdeildini.
Fremad Amager tekur ímóti Hvidovre í komandi umfari, sum liggur á einum níggjunda plássi við 25 stigum, og hevur einki at spæla fyri. Lítið er at ivast í, at Sundby leikvøllurin verður fullsettur, og uttan iva verða mangir føroyingar at síggja millum áskoðararnar komandi leygardag klokkan 14. Brabrand spælir í Hellerup, og Frem tekur ímóti Thisted. Um annar av kappingarneytunum, Brabrand og Frem ikki vinnur sín dyst, so tryggjar Fremad Amager sær uppflyting líkamikið hvussu tað gongur ímóti Hvidovre.
Lokali Fremad Amager miðilin skrivar, at uppflytingin er 99 prosent vís hjá liðnum nú.