Fremad Amager misti tvey stig í uppflytingarstríðnum

Andrass Johansen og liðfelagarnir fingu bert eitt stig á heimavølli

Í kvøld spældi liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager dyst á heimavølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Skive var á vitjan í Sundby. 

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Skive legði seg á odda átta minuttir undan steðginum. Klokkan víst 69 minuttir áðrenn Andrass slapp á vøllin fyri heimaliðið. Seks minuttir seinni javnaði Hocine Derrar til 1-1.

 

Fremad Amager er triðfremst í deildini við 51 stigum fyri 29 dystir. Liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad er fremst við 57 stigum, og Middelfart er næstfremst við 52 stigum. Aarhus og Middelfart hava spælt ein dyst færri enn Fremad Amager, og tey kunnu tí við heimasigrum á AB og Næstved í morgin økja um frástøðuna til Fremad Amager. 

 

Martin og Aarhus Fremad spæla móti AB á Riisvangen leikvøllinum í morgin klokkan 13.