Føroyska fótbóltsfelagið í Danmark, Fremad Amager, fær nú ein føroyskan spælara afturat í hópin.
Tað er Jónas Tór Næs, sum hevur nakað av royndum frá næstbestu deildini í Danmark.
Jónas var fastur spælari á liðnum hjá Frem, men ósemja um nýggjan sáttmála gjørdi, at hann misti plássið og fóru úr felagnum.
Seinastu vikurnar hevur Jónas roynt seg í AB, men har hevur hann ikki rættiliga verið inni í hitanum á liðnum.
- Fremad Amager ringdi til mín og spurdi seg fyri, og tað ljóðaði áhugavert. Vit eru blivnir samdir um, at eg skal skifta til Fremad Amager, sigur Jónas Tór Næs.
- Eg vildi mett, at eg havi betur kjans at koma á liðið í Fremad Amager, enn eg havi í AB. Tí er hetta gott fyri meg fótbóltsliga. Harafturat hava eigarnir spennandi ætlanir við Fremad Amager, so tað verður spennandi at blíva partur av tí, sigur hann.
Nú skulu formligu viðurskiftini millum Fremad Amager og AB greiðast, so spæliloyvið hjá Jónas kann flytast út á Amager.