Fremad Amager hækkar kapitalin

Tað er føroyska felagið, Fremad Amager Invest, sum stendur handan meginpartin av kapitalinnspræningini, sum felagið hevur fingið.

Í tíðindaskrivi sigur Todi Jónsson, nevndarformaður, at kapitalhækkanin er liður í vakstrarætlanini. Har er endamálið í fyrstu atløgu at fáa felagið upp í donsku 1. deild. Og innan fá ár skal ein sessur í superliguni gerast til veruleika.