Teir vunnu nevniliga dystin 2-0 við tveimum málum, sum Andreas Mortensen skoraði síðsta korterið. Við hesum er Fremad Amager enn ósigrað í donsku aðru deild eystur, og sigurin gjørdi eisini, at teir lógu fremst í deildini eftir dystin. Roskilde FC hevði tó leikt ein dyst færri, og tí høvdu teir møguleika at koma ájavnt við Fremad Amager.









