Landskappingin í 2. deild í fótbólti í Danmark er lokin í dag. Eftir 30. og síðsta umfarið er tað greitt, at Fremad Amager í endaspæli um pláss í bæstbestu deildini skal stríðast ímóti Brabrand. Århus felagið hitti í dag Amager felagið AB70, sum í ár hevur spælt í vestur deildini. Dysturin varð spældur í Brabrand, og úrslitið var 1-1. Tað bar við, at Brabrand og FC Fyn bæði endaðu á 63 stigum. Málmunurin hjá Brabrand var +42 og tann hjá FC Fyn +29.
Í eysturdeildini vann Fremad Amager í dag 2-1 á heimavølli ímóti Stenløse. Harvið endaði Fremad Amager á øðrum plássi við 63 stigum ella sama stigatali sum næstbestu feløgini í vesturdeildini. Brønshøj, sum hevur verið næsti kappingarneytin hjá Fremad Amager, vann 3-2 á B1908 í dag. Harvið var samantalda stigatalið hjá Brønshøj 60.
Fremad Amager og Brabrand skulu 18. og 22. juni spæla um eitt pláss í næstbestu deildini.









