Fremad Amager bjargaði sær eitt stig í yvirtíðini

Full spælitíð til Heina Vatnsdal, og Christian L. Holst kom inn fyri Finn Justinussen, tá Fremad Amager bjargaði sær eitt týdningarmikið stig

Føroyingafelagið Fremad Amager er framvegis á uppflytingarkós í triðbestu fótbóltsdeildini í Danmark.

 

Talan gjørdist um fulla spælitíð til Heina Vatnsdal, og Christian Lamhauge Holst avloysti Finn Justinussen í 65. minutti, tá Fremad Amager á útivølli spældi javnleik 1-1 ímóti Brabrand.

 

Tað sá ógvuliga svart út hjá Fremad Amager, tá Brabrand legði seg á odda í 88. minutti við einum brotssparki, men langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Rune Friis at javna til 1-1, og tryggja Fremad Amager eitt týdningarmikið stig í uppflytingarstríðnum.

 

Tað ljóðar úr Brabrand, at brotssparkið, sum Brabrand fekk var rættiliga tunt, somikið søtari var tað hjá amagerbúgvunum at javna heilt ímóti dystarenda. 

 

AB er fremst við 34 stigum, Fremad Amager er nummar tvey við 31 stigum. Í hølunum er Frem, sum kemur upp á 28 stig, um teir vinna sín dyst ímóti Middelfart í dag. 

 

Næsti dystur hjá Fremad Amager er á heimavølli um átta dagar. Tá vitjar Brønshøj á Sundby leikvøllinum í Amager.