Tað sá einki serligt út hjá Frem fyrstu løtuna, tí longu eftir 20 minuttum hevði Ølstykke lagt seg fram um 2-0. Frem gavst tó ikki so, og áðrenn hálvleik vóru teir komnir upp á javnleik við tveimum málum frá Fusu Boateng. Og í 96. minutti eydnaðist Frem at avgera dystin, tá verjuspælarin Morten Hamm skoraði til 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.