Frem vann sær seinnapartin trý kærkomin stig, tá liðið ? við Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen ? vitjaðu hjá botnproppinum LFA. Casper Grønn Larsen, Wassim El Banna og Søren Weibel stóðu fyri málunum í trygga 3-0 sigrinum.
Frem liggur í løtuni sum nummar 11, fýra stig frá niðurflyting.









