Nú sluppu teir í Frem umsíðir at spæla ein dyst í donsku 1. deild í fótbólti. Kavi og frostur órógvaðu páskadystirnar, men í gjár bar til. Frem var á vitjan hjá Skive, og tað eydnaðist Frem at vinna dystin. Í hálvleikinum var støðan 2-1 til Frem, og í seinna hálvleiki økti Frem upp í 3-1. Atli Danielsen spældi við hjá Frem allar 90 minuttirnar.