Frem vann á Silkeborg

Frem hevur verið í ringum skørum, men sunnudagin eydnaðist tað liðnum hjá Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen at vinna 2-1 á Silkeborg, sum er liðið hjá Christian Lamhauge Holst. Tað sá einki út hjá Frem í byrjanini. Thomas Hansen legði Silkeborg á odda 1-0, tá góður hálvur tími var farin av dystinum. 5 minuttir áðrenn steðgin javnaði Danny Andersen fyri Frem. Og 5 minuttir áðrenn leiklok kókaði alt á Valby Idrætspark, tí tá skoraði Thomas Krause sigursmálið hjá Frem, so endaliga støðan gjørdist 2-1 til Jón Róa, Atla og Frem ímóti Christiani og Silkeborg. Frem er nú komið uppá 5 stig, og kann byrja at hyggja upp eftir.