DANMARK 1. DEILD
Fyri tíggju árum síðani varð Frem tveitt úr donsku landskappingini. Teir vóru í vónleysum fíggjarligum óføri.
Nú eru fleiri vikur síðani, at Frem aftur næstan var aftur í superliguni. Leygardagin kiksaði tað aftur hjá teimum, tí Frem tapti 2?0 á Eysturbrúgv ímóti Skjold. Tað var stórt vónbrot fyri nógvar av teimum næstan tvey túsund áskoðarunum.
Sunnudagin flutti Frem kortini upp. Fredericia, sum hevur verið einasti kappingarneytin, megnaði ikki meiri enn 2?2 á heimavølli ímóti Randers Freja, og so var Frem flutt upp.
Fyri Johan B. Hansen og Horsens var tað vónbrot ikki at megna meiri enn 1?1 á heimavølli ímóti Brønshøj.
Óli Johannesen og Hvidovre eru í sera tungum sjógvi. Sunnudagin taptu teir 3?1 í Herfølge,og nú er Hvidovre so mikið illa statt, at tað skal vilja heilt væl til í tveimum teimum síðstu umførunum, um tað skal eydnast at varðveita plássið í næstbestu deildini. Teir skulu spæla á heimavølli ímóti Horsens og á útivølli ímóti Fredericia.
HIK, sum er flutt niður, tapti 5?0 á útivølli ímóti HFK Sønderjylland. B1909 er næstniðast, og teir taptu 4?2 í Århus ímóti FC Aarhus.
Luftin er fullkomuliga farin úr Vejle, sum hesa ferð tapti 2?0 á útivølli ímóti B1913, sum er eitt av liðunum, sum Hvidovre hevur havt møguleika at fara framum. B93, sum er eitt annað av teimum niðarlaga á talvuni, tapti 6?1 á heimavølli ímóti Ølstykke.










