Frem tapti uttan Atla

Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen hevði leikbann, tá ið Frem sunnudagin spældi ímóti Herfølge í donsku 1. deild. Atli hevur eisini leikbann næsta dystin. Fram plagar at hava gott tak á Herfølge, men hesaferð noyddust teir at lúta. Herfølge vann dystin 2-0, og Henrik Toft gjørdi bæði málini. Frem manglaði fleiri av sínum stuðulsspælarum til dystin.