Frem tapti í seinastu royndini

Jón Rói Jacobsen spældi allan dystin, tá ið Frem mánakvøldið hevði seinastu dystarroyndina undan fyrsta dystinum í Viasat Sport kappingini, sum fer av bakkastokki aftur um vikuskiftið.

Mótstøðuliðið hjá Frem mánakvøldið var AB, sum eisini spælir í Viasat Sport kappingini. Jón Rói var sum vant í miðverjuni hjá Frem, og hann kundi fegnast um, at Frem legði seg á odda 1-0. Men akademikararnir úr AB vóru treiskir, og tá ið avtornaði vann AB dystin 2-1.
Ungi føroyski málverjin hjá Frem, Gunnar Nielsen, sat á beinkinum allan dystin. Ein annar føroyingur er sáttmálabundin í Frem, og tað er Jónas Tór Næss, sum tó ikki var við í hópinum mánakvøldið.
Fyrsti dysturin hjá Frem í Viasat Sport kappingini eftir vetrarsteðgin verður sunnudagin, tá ið teir fáa vitjan av Ølstykke. Lítið man verða at ivast í, at føroyski landsliðsmaðurin Jón Rói Jacobsen verður í miðverjuni hjá Frem frá byrjan.
Nú kappingin fer í gongd aftur, liggur Frem næstfremst í Viasat Sport deildini, og eydnast tað liðnum at halda fast í hesum plássi, er uppflytingin til Superligaina tryggjað.