Tað gekk illa hjá danska 1. deildarliðnum Frem um vikuskiftið. Frem spældi ímóti AB á Galdsaxe Stadion, og dysturin endaði við tryggum 4-1 sigri til AB. Longu í fyrra hálvleiki skoraði AB fýra mál. Í seinna hálvleiki kláraði Frem at halda tætt í verjuni, og í hinum endanum fingu teir mál eftir ein góðan tíma. Gunnar Nielsen var sum vant eykamálmaður hjá Frem, og hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Frem liggur nú nummar 8 í donsku 1. deild.