Frem steðgaði

Atli Danielsen og liðfelagarnir úr Frem máttu heim sum av torvheiðum, tá vitjaðu hjá Silkeborg um vikuskiftið. Í vár hevur annars gingið framúr hjá Frem, sum ikki høvdu tapt í seks dystum undan ferðini til Silkeborg, sum tó verður roknað millum sterkastu liðini í deildini. – Talan var ikki um teir nógvu málmøguleikarnar, men teir trýstu okkum nógv, og tí var úrslitið helst í lagi, segði Atli Danielsen, tá hann tosaði við Rás2 sunnudagin.