Frem spældi málleysan dyst

Undirhaldið var millum lítið og einki, tá ið danska 1. deildarliðið Frem spældi ímóti Lolland Falster Alliancen á heimavølli í gjár. Einki mál kom í dystinum, og tað segði nógv um, hvussu liðini spældu. Teir 1270 áskoðararnir sóu eitt tannleys álop hjá heimaliðnum, men verjan, har Jónas Tór Næs spældi allar 90 minuttirnar sum høgri bakkur, kláraði í minsta lagi at halda málið reint.