Frem úr steypakappingini

Felagið hjá Atla Danielsen verður ikki danskur steypavinnari í hesum kappingarárinum. Tað varð avgjørt longu í gjár, tá ið Frem á heimavølli tapti steypadyst ímóti Ølstykke.

Eftir 90 minuttir var støðan málleysur javnleikur, og soleiðis var støðan eisini eftir longda leiktíð. Í brotssparkskappingini vóru teir í Ølstykke teir stinnaru. Teir vunnu 3-1.

Atli Danielsen var ikki á Frem liðnum í gjár, og hann verður heldur ikki við, tá ið Ølstykke sunnudagin aftur fer at vitja Frem og spæla landskappingardyst í Valby.

Atli Danielsen er í Klaksvík, har hann í morgin fer í brúdleyp hjá sær sjálvum og Súsonnu Sivertsen, sum eisini er úr Klaksvík.