DANMARK 1. DEILD
Tað eydnaðist ikki hjá Gunnari Nielsen at koma so frægt fyri seg, at hann var førur fyri at verja Frem málið fyri triðju ferð á rað. Gunnar var á beinkinum, meðan eitt sindur skaddi Jørgen Nielsen vardi Frem málið. Jón Rói Jacobsen var alla tíðina í miðverjuni, og Jónas Þór Næs var aftur hesa ferð alla tíðina á høgra vongverja.
Frem var á útivølli á heimavøllinum hjá Atla Gregersen og Skjold. Heimavøllurin hjá teimum er gamla og heiðurskrýnda Østerbro stadion. Nú er lítil heiður og æra innanfyri henda karmin. Sum so mangan áður so hava fleiri av kommunalpolitikarunum í Keypmannahavn undan kommunuvalinum, sum verður í Danmark um tvær vikur, eisini hesa ferð givið lyfti um, at gamla ítróttarøkið á Eysturbrúgv skal gerast av nýggjum. Tað treingir tað sanniliga til. Bæði vøllurin og umstøðurnar annars.
Frem vann 4-1 á Skjold. Harvið hevur Frem burturúr fýra teimum seinastu umførunum fingið tíggju stig. Tað hevur borið við sær, at botnplássið nú er munandi longri burtur, enn tað var fyri fáum vikum síðani.
Fyrsta løtan á Eysturbrúgv var syndarlig hjá Frem. Nítjan sekund vóru farin, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparkið til heimaliðið. 23. maðurin metti, at Jón Rói Jacobsen hevði verið orsøk til, at ein av mótstøðumonnunum var farin um koll, og heimaliðið fekk fulla úrtøku burturúr úr ellivu metrum.
Frem kom fyri seg. Teir javnaðu tíggju minuttir undan steðginum. Eftir steðgin var tað leingi spennandi. Eisini eftir at Frem í 65. minutti hevði lagt seg á odda 2-1. Tólv minuttir undan leikloki øktu teir til 3-1, og tveir minuttir undan leikloki var rimmar 4-1 sigurin staðfestur.
Síðsta umfarið í næstbestu deildini undan vetrarsteðginum verður næsta vikuskifti. Tá skal Frem spæla í Randers. Niðurflytararnir hava síðani kappingarbyrjan í summar so at siga støðugt verið millum tey fremstu. Nú eru teir dotnir aftur á triðja plássið. At teir eru til at tosa við, hava úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar bent á. Í hesum umfarinum taptu teir 2-1 í Ølstykke, og fyri góðari viku síðani taptu teir 2-1 á heimavølli móti Brabrand.
Leygardagin vóru Andrew av Fløtum og liðfelagarnir í Fremad Amager í Brabrand, har tað eydnaðist teimum at vinna 2-1. Tað kom væl við, eftir at Fremad Amager fýra tær seinastu ferðirnar einki hevði fingið burturúr.
Hesa ferð sá heldur einki út, tí heimaliðið var frammanfyri 1-0, tá ið tað var hálvleikt. Málið fingu teir í 25. minutti. Andrew av Fløtum legði bragdliga fyri, tá ið tað í summar varð farið undir kappingina. Hann skoraði skjótt sjey mál, men síðani landsliðsferðina í Ísrael hevur tað ikki ligið nakað serligt fyri. Tað gjørdi tað heldur ikki hesa ferð. Fimm minuttir undan steðginum hevði Andrew góðan møguleika, men marginalirnir vóru ikki við.
Eftir steðgin varð Martin Skov settur inn á liðið hjá Fremad Amager, og hann hevði eydnuna við sær. Hann javnaði til 1-1, tá ið tað restaði eitt korter, og hann skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Sunnudagin skal Fremad Amager spæla á heimavølli móti Ølstykke.
Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir hjá honum í Lyngby vóru í Fredericia, har tað endaði málleyst. Lyngby skal í síðsta umfarinum á heimavølli spæla lokaluppgerð móti HIK.
Køge, sum spældi 1-1 á útivølli móti HIK, er oddalið saman við Kolding, sum á heimavølli vann 2-1 á botnliðnum Brønshøj.
Feløgini hjá føroysku spælarunum eru nú miðskeiðis í røðini. Undantakið er Skjold, sum er niðanfyri strikuna. Skjold skal mikukvøldið spæla útsettan dyst á heimavølli móti Vejle, og leygardagin skulu teir spæla í Kolding.
Tá ið Frem í vikuskiftinum fer til Randers , verður tað síðsta ferðin, at Ebbe Skovdahl fer at hava ábyrgdina av liðnum. Venjarin hevur biðið um at verða loystur úr starvinum nú beinanvegin. Hann og felagið eru ikki samd um, hvussu framtíðar arbeiðið skal leggjast til rættis.