Frem tók ímóti Skive á Valby Idrætspark, og gekk av skriðuni hjá Frem. Frem tapti 1-4, eftir, at støðan í hálvleikinum varð javnleikur 1-1. Silkeborg kom á odda 1-0 eftir 10 minuttirs spæl, men Tommy Olsen javnaði fyri Frem eftir 36 minuttirs spæl. Í 2. hálvleiki skrædnaði hjá Frem, og tá avtornaði hevði Skive vunnið 4-1. AB, sum hevði fult stigatal, áðrenn dystin í dag tók ímóti gamla stórliðnum, Silkeborg. Aftaná 45 minuttirs spæl stóð á jøvnum 0-0. Men tíðliga í 2. hálvleiki fekk Silkeborg tvey mál við stuttum millumbili. Stefan Schmidt og Henrik Petersen skoraðu málini fyri Silkeborg, sum sostatt vann 2-0.