Frem mundi lorka sigurin burtur

Jónas Tór Næs fekk teir báðar seinastu minuttirnar á vøllinum, tá Frem um vikuskiftið vann 3-2 á Kolding. Frem tóktist annars stýra móti tryggum sigri, tá teir høvdu fult tamarhald á tí mesta fyri steðgin. 2-0 leiðslan, sum liðið vann sær, varð tó tveitt burtur eftir steðgin, tá Kolding slapp upp í part, men við einum máli 18 minuttir fyri dystarlok fekk Wassim El Banna tó vissað Frem øll stigini.