Leygardagin spældi danska 1. deildarfelagið Frem á útivølli ímóti Braband, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Tað var annars Frem, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men stutt eftir hálvleikssteðgin javnaði Braband. Eftir hetta steðgaði dysturin mest sum upp, og lítið hendi restina av tíðini. Frem hevði fleiri skaðar at dragast við undan dystinum, og Jónas Tór Næss, sum hevur verið fastur maður á liðnum, var ikki millum teir 11 á vøllinum hesaferð. Heldur ikki Atli Gregersen spældi við.










