Frem misti sigurin

Frem við Atla Danielsen hevði í gjár vitjan av SødnerjyskE, og leingi sá út til, at talan skuldi gerast um fjórða sigurin á rað hjá Valby-felagnum. Stutt eftir steðgin skoraði Martin Jürgensen nevnliga til 2-0, men við einum framúrskarandi avriki seinastu 20 minuttir megnaði SønderjyskE kortini at bjarga sær ein 2-2 javnleik. Fram hevur mist seks stig hetta kappingarárið, men góðu úrslitini í vár hava tó flutt liðið burtur frá niðurflytingarvandanum.