Danska felagið Frem, har Alti Danielsen er ein av spælarunum, var í byrjanini av hesum kappingarárinum í fíggjarligum trupulleikum og fekk ikki goldið allar rokningar. Sambært reglunum hjá danska fótbóltssambandinum fer óskilið nú at kosta felagnum seks stig í heimligu kappingini. Formaðurin í Frem, Hans Hermansen, sigur við Tipsbladet, at felagið hevur verið fyrireikað upp á at missa hesi stigini