Frem manglaði fólk

Tað var rættiligt mannfall í danska felagnum Frem undan venjingardystinum ímóti Næstved um vikuskiftið. Heili sjey spælarar manglaðu, tí teir vóru sjúkur ella skaddir. Tveir føroyskir spælarar vóru tó klárir til dystin, og teir sluppu báðir at spæla frá byrjan. Jónas Tór Næs spældi høgri bakkur, og Atli Gregersen spældi í miðverjuni. Jónas varð skiftur út eftir ein tíma og kom innaftur seinasta kortið, meðan Atli spældi í 70 minuttir. Frem tapti dystin 3-1.