Frem longri aftur

Í gjár datt Frem trý stig nærri botninum í donsku 1. deildini í fótbólti. Felagið hjá Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen hevur nú 15 stig og er bara eitt stig frammanfyri FC Amager, ið er triði aftast og harvið á niðurflytingarplássi.

Enn er eingin dystur spældur í næstbestu deildini í 2009. At Frem í gjár misti trý stig komst av avgerð, sum varð tikin á skrivaraborðinum hjá DBU.

Málið hevur sín uppruna síðsta heyst. 14. september skuldi Frem spæla ímóti LFA. Henda sama dagin boðaði LFA frá, at teir ikki kundu spæla, tí tíggju spælarar vóru plágaðir av mateitran. Í fyrstu atløgu varð avgjørt, at nýggjur dystardagur skuldi ásetast. Frem kærdi, og so varð avgjørt, at Frem skuldi vinna stigini. So kærdi LFA, og nú er avgjørt, at dysturin skal spælast. Frem hevur møguleika at kæra avgerðina til Danmarks Idræts Forbunds Appeludvalg, og tað ætla teir í Frem sær at gera.