Frem liggur í tungum sjógvi

Í gjár varð Frem á vitja í Køge. Og endaði dysturin við 3-2 sigri til Køge. Áðrenn dystin hevði Køge einki stig, meðan liðið hjá Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen, Frem bert hevði tvey stig fyri tveir javnleikir. Tì skuldi verið góður møguleiki hjá Frem at fingið stig, men tá saman um kom fóru fremmarnir heim aftur til Valby við ongum stigi í skjáttuni. Anders Jørgensen legði Køge á odda eftir bara tveir minuttirs spæl. Tíðliga í 2. hálvleiki øktu Kelvin Iqwe og Aske Krohn til 2-0 og 3-0. Casper Grønn Larsen og Danny Andersen minkaðu um munin til 3-2, men tað rakk ikki, tá saman um kom. Frem liggur nú á einum niðurflytingarplássi.