Frem kiksaði á heimavølli

Tað hilnaðist illa, og úrtøkan var ógvuliga soltin, tá ið Frem í dag fór undir nýggja kappingarárið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Felagið hjá Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen tapti á heimavølli í Valby Idrætspark 3-1 ímóti Thisted.

Thisted legði seg framum við tveimum málum, áðrenn veteranurin Tommy Olsen í síðsta minutti undan steðginum minkaði um munin. Í síðsta minutti staðfesti Thisted rimmar 3-1 sigurin.