Frem ikki í trupulleikum

Danska Ekstra Blaðið skrivaði fríggjadagin, at Frem var í álvarsomum trupulleikum fíggjarliga. So álvarsomum, at felagið ikki hevði pengarnar til at gjalda leikarunum sína løn. Men tað er ikki satt, sambært formanninum í felagnum. - Sum hjá flestu øðrum hava vit eisini merkt fíggjarkreppuna. Tað var eitt mistak, at leikararnir ikki fingu løn 1. februar. Tað er óheppið, men allir hava fingið sínar pengar nú, staðfestir Hans Hermansen, formaður, við heimasíðu felagsins.