Tað er ógvuliga gott lag í Valby Idrætspark í løtuni. Orsøkin er tann, at Frem, sum leingi hevur verið illa spert í botninum í 1. deild, seinnapartin hevur tryggjað sær rætt at halda fram í næstbestu deildini.
Avbjóðingin var stór, men tað eydnaðist kortini Frem at vinna 1-0 ímóti Vejle, sum fyri langari tíð síðani hevur vunnið 1. deild og næsta kappingarár skal spæla í superliguni.
Málið varð skorað tíðliga í 1. hálvleiki.
Atli Danielsen var eyðsýndur miðvallari hjá Frem allar 90 minuttirnar.
Køge við Jónas Tór Næs á høgra vongverja hevur eisin tryggjað sær rættin at halda fram í 1. deild. Í dag vitjaði Køge í Gladsaxe Idrætspark, har úrslitið ímóti AB var 1-1.
Úr 1. deild flyta niður Ølstykke, Aarhus Fremad og HIK.
Frem og Køge endaðu bæði við 33 stigum. HIK flutti niður við 31 stigum, Aarhus Fremad við 28 stigum og Ølstykke við 18 stigum.