Fyrsti dysturin í triðja umfarinum í donsku steypakappingini, DONG CUP, varð spældur í fyrrakvøldið. Frem, sum er felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Gunnari Nielsen, spældi á útivølli ímóti Brønshøj. Úrslitið var 4-2 til Frem, sum harvið er fyrsta felagið, ið er komið í fjórða umfarið í kappingini. Hinir dystirnir í triðja umfarinum verða spældir mitt í næstu viku.
Jón Rói Jacobsen var ikki á Frem liðnum. Mikumorgunin fór hann saman við hinum fótbóltsútisetunum í Danmark til Sveis, har landsliðið skal spæla leygarkvøldið.
Fjórða umfar verður spælt mikudagin 29. september.










