Frem fekk stig í yvirtíðini

Tað eydnaðist Jónas Tór Næs og liðfeløgum hansara í danska 1. deildarfelagnum, Frem at bjarga sær eitt stig í evstu løtu í dag.

 

Frem spældi á útivølli ímóti FC Vestsjælland. FC Vestsjælland legði seg á odda, tá 25 minuttir vóru farnir. Leingi var líkt til, at dysturin fór at enda 1-0 til vestursælendska felagsliðið, men í yvirtíðini eydnaðist tað Frem at javna til 1-1 og fáa eitt stig við sær til Valby.

 

Frem liggur tó enn undir niðurflytingarstrikuni. Liðið hevur bert fingið seks stig í 11 dystum.