Frem fekk bert javnleik

Í gjár spældi Frem á heimavølli í donsku 1. deild. Mótstøðuliðið var Herfølge, og sambært heimasíðuni hjá Frem spældi liðið illa í hesum dystinum. Tað eydnaðist tó Frem at fáa javnleik, hóast Herfølge hevði lagt seg fram um tvær ferðir. Í hálvleikinum var støðan 2-1 til Herfølge, og tað var ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, at Thomas Krause javnaði til 2-2, sum gjørdist úrslitið. Gunnar Nielsen var eykamálmaður og sat á beinkinum allan dystin.