Frem er undir niðurflytingarstrikuni

Tað gongur av skriðuni hjá Frem. Í dag fekk liðið hjá Atla Danielsen ein sekk uppá 4-1 í Fredericia. Hálvleiksstøðan var 2-0. Frem fekk ikki sítt mál fyrr enn í yvirtíðini, men tað bøtti lítið um støðuna. Køge tapti 3-0 í Silkeborg, hálvleiksstøðan var 0-0, men í 2. hálvleiki gjørdi Silkeborg bart. 2 umfør eru eftir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Køge og Frem spæla í Køge næstu ferð. Á síðsta leikdegnum tekur Frem ímóti Vejle, og Køge skal spæla í Gladsaxe ímóti AB. Støðan í botninum er nú hendan =

 

10. Køge 31 stig

11. Skive 31 stig

12. LFA 30 stig

13. HIK 30 stig

-----------------------

14. Frem 29 stig

15. Aarhus Fr. 27 stig

16. Ølstykke 17 stig