Tað var um reppið, at liðið hjá Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen, Frem komu aftur úr Kolding við ongum. Leigusveinurin, Casper Grønn, sum er leigaður frá SønderjyskE javnaði til 2-2 í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.
Akeem Agbetu og Jacob Olesen skoraðu fyri Kolding tíðliga í dystinum, og støðan í hálvleikinum var 2-0 til Kolding. Hendan støðan helt sær langt inn í 2. hálvleik, men 16 minuttir áðrenn leiklok skoraði Danny Andersen fyri Frem, og í yvirtíðini bjargaði Casper Grønn Valby-liðnum eitt týdningarmikið stig. Frem hevur 2 stig aftaná 5 dystir, Kolding hevur 1 stig.