Atli Danielsen taldist millum mest eyðsýndu Frem spælararnar, tá ið illa sperda Frem skuldi bjarga sær lívinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Avbjóðingin var stór, men tað eydnaðist kortini Frem at vinna 1-0 ímóti Vejle, sum fyri langari tíð síðani hevur vunnið 1. deild og næsta kappingarár skal spæla í superliguni. Atli Danielsen var eyðsýndur miðvallari hjá Frem allar 90 minuttirnar.