Tað gongur einki hjá danska felagnum Frem, sum hevur havt fleiri føroyingar á liðnum seinnu árini, og har Jónas Tór Næss nú spælir. Liðið hevur spælt fimm dystir í donsku 1. deild og hevur tapt allar dystirnar. Um vikuskiftið royndi Frem seg ímóti FC Fyn og tapti 3-1. Frem liggur sum vera man aftast í 1. deild, og nú verður brúk fyri einum skjótum sigri, um Frem ikki skal missa sambandið við hini liðini í deildini.
LesarabrøvLesarabrøv










