Felagið hjá Atla Danielsen og Gunnari Nielsen, Frem, er í vanda fyri at fara á húsagang. Síðani teir fyri 15 árum síðani fóru av knóranum, hevur felagið havt eina tunga tilveru, og í dag skrivar Ekstra Bladet, at felagið enn eina ferð er ávegis húsagangi.
Soleiðis fingu ognarar hjá felagnum í gjár bræv, har felagið fyri aðru ferð í trý ár biður um at gera eina akkord-skipan um skuld felagsins. Skal felagið hóra undan, er neyðugt, at ognarar avskrivað 80% av síni áogn í felagnum.
Ekstra Blaðið skrivar, at í brævinum, sum er sent, verður upplýst, at samlaða skuldin hjá felagnum er 21,6 milliónir. Samlaða ognin hjá felagnum er bara 3,1 milliónir. Tey 20%, sum felagið nú sigur seg kunna gjalda, koma frá nýggjum íleggjarum, men hesir eru so bara tøkir, um ognararnir eftirlíka ynskinum um akkord-skipan.
Stjórin í felagnum, Hans Hermansen, sigur við Ekstra-Bladet, at spælararnir fáa sína løn til tíðina, hóast fíggjarligu trupulleikarnar.