Sáttmálaspælararnir hjá danska felagnum Frem – teirra millum Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen – vildu ikki spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum, tí teir ikki hava fingið løn frá felagnum. Tí mannaðu amatørar liðið hjá Frem sunnudagin. Og tað gekk, sum mann kundi væntað. Viborg vitjaði og vann heili 6-0.