Frelsunnarherurin - 2 n mitt í orðinum!

FRELSA – FRELSUNNAR: Frelsa (kvennkyn, veikt bent) skrivast FRELSUNNAR í hvørsfalli eintali, bundið.
Dugir onkur at siga mær, hví Frelsunarherurin ikki skrivast við tveimum ennum í miðjum orði?
FRELSUHERURIN – FRELSUNNAR HERUR – HERUR FRELSUNNAR: Sjáldsamt, at bæði fyrri og seinni liður í orðinum eru bundnir (frelsunnar – herurin)!?
FRELSENS HÆR: Bara fyrra orðið, frelsens, er bundið.
Fleiri føroyingar siga framvegis Frelsens Hær. Man tað vera óvani, ella tí stavilsini eru færri á donskum?
DREKKANSÁ: Soleiðis eitur ein á millum Skopun og Sand.
“Drekkans” man vera hvørsfall eintal, bundið av “drekka” ( navnorð, hvørkikyn).
NIÐURSTØÐA: Frelsunnarherurin! Navnabroyting? Í hvussu so er má eitt n koma aftrat!
E.S.: Tøkk fái Frelsunnarherurin annars fyri tað stóra arbeiði, ið gjørt verður, bæði her á landi og uttanlands!
Við hernaðarkvøðu
Á Borg á Argjum á dánialsdegi 2010