Frelsunarherurin luttekur við sangi og hornblástri á mentanartiltakinum á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi mánakvøldið 18. apríl.
Mentanartiltøkini á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi, sum byrjaðu tá heimið í 2009 fylti 25 ár, halda fram. Í februar var tað Eysturoyar Danisfelag saman við børnum úr Tofta skúla sum framførdu á heiminum. Eitt tiltak verður nú mánakvøldið 18. apríl kl.19, har Frelsunarherurin úr Havn lutekur við sangi og hornblástri. Eisini verður greitt frá søgu Frelsunarhersins. Aftaná verður møguleiki at fáa ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.










