Frelsunarherurin havt vitjan úr Noregi


 

Um páskirnar hevði Frelsunarherurin í Føroyum vitjan av majorunum Ada Cecilie og Thorbjørn Vang. Hjúnini eru væl kend í Føroyum og hava starvast bæði í Frelsunarherinum í Vági og í Tórshavn. Tey eru nú bæði farin frá eftir at hava verið í evangeliskari tænastu í 30 ár. Tey hava fyri tað mesta starvast í Noregi.

Majorarnir Ada og Thorbjørn Vang vóruí Føroyum í sambandi við páskastevnu Frelsunarhersins, sum var í Havnini 12.-16. apríl. Hjúnini leiddu hesi møtini, men vitjaðu eisini suðuri í Vági, har tey hava virkað fyrr.

Hóast tey eru farin frá vegna aldur, hjálpa tey javnan føroyinginum Njáli Djurhuus í arbeiðnum millum heimleys í Oslo. Eisini taka tey lut í øðrum evangeliskum arbeiði í Noregi.